Men við føðing Jesu Krists gekk tað soleiðis til: Tá ið Maria, móðir hansara, var trúlovað Jósefi, so kendist tað á henni, áðrenn tey komu saman, at hon var við barn av hinum heilaga anda. Men við tað at Jósef, maður hennara, var ein rættvísur maður og ikki vildi gera hana opinberliga til skammar, ætlaði hann í loyndum at skilja seg frá henni.