1
Genesis 12:2-3
BÍBLIA
Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.»
Compare
Explore Genesis 12:2-3
2
Genesis 12:1
Og Harrin segði við Ábram: «Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á!
Explore Genesis 12:1
3
Genesis 12:4
Síðan legði Ábram avstað, eins og Harrin hevði sagt við hann; og Lot fór við honum. Ábram var sjeyti og fimm ára gamal, tá ið hann fór úr Káran.
Explore Genesis 12:4
4
Genesis 12:7
Tá birtist Harrin fyri honum og segði: «Eftirkomarum tínum vil eg geva hetta landið.» Hann reisti tá Harranum altar, har sum hann hevði birtst fyri honum.
Explore Genesis 12:7
Home
Bible
Plans
Videos