1
Fimta Mósebók 28:1
BÍBLIA
Um tú nú ert Harranum, Guði tínum, lýðin, so at tú vandaliga heldur øll boðorð hans, sum eg í dag leggi fyri teg, tá man Harrin, Guð tín, hevja teg yvir allar tjóðir á jørð
Compare
Explore Fimta Mósebók 28:1
2
Fimta Mósebók 28:2
og tá munnu allar hesar signingar verða tær fyri og sannast á tær, um tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns
Explore Fimta Mósebók 28:2
3
Fimta Mósebók 28:13
Harrin man gera teg til høvur og ikki til hala; støðugt skalt tú stíga hægri upp og ongantíð dala, um tú lýðir boðorðum Harrans, Guðs tíns, sum eg í dag bjóði tær at halda vandaliga
Explore Fimta Mósebók 28:13
4
Fimta Mósebók 28:12
Harrin skal lata upp fyri tær goymslubúr sítt, hitt góða, himinin, til tess at geva landi tínum regn í tøkum tíma og vælsigna alt handaverk títt; og tú manst veita mongum tjóðum lán, men sjálvum tær skal einki lán tørva.
Explore Fimta Mósebók 28:12
5
Fimta Mósebók 28:7
Tá ið fíggindar tínir rísa upp ímóti tær, skal Harrin, Guð tín, lata teir lúta fyri tær. Ein veg skulu teir koma ímóti tær; men sjey vegir skulu teir flýggja undan tær.
Explore Fimta Mósebók 28:7
6
Fimta Mósebók 28:8
Harrin skal bjóða signing síni at vera við tær í goymsluhúsum tínum og í øllum, sum tú tekst við, og vælsigna teg í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær.
Explore Fimta Mósebók 28:8
7
Fimta Mósebók 28:6
Signaður skalt tú vera, tá ið tú gongur inn; og signaður skalt tú vera, tá ið tú gongur út.
Explore Fimta Mósebók 28:6
8
Fimta Mósebók 28:3
Signaður skalt tú vera í borg, og signaður skalt tú vera á bø.
Explore Fimta Mósebók 28:3
9
Fimta Mósebók 28:4
Signaður ávøkstur kviðar tíns, signaður ávøkstur lands tíns og signaður ávøkstur fenaðar tíns, tað, sum við verður sett undan neytum tínum og burðir smala tína.
Explore Fimta Mósebók 28:4
10
Fimta Mósebók 28:9
Harrin skal gera teg til tjóð, sum er honum heilag, eins og hann hevur svorið tær, um tú varðveitir boðorð Harrans, Guðs tíns, og gongur leiðir hansara
Explore Fimta Mósebók 28:9
11
Fimta Mósebók 28:5
Signað tæga tín og deigtrog títt.
Explore Fimta Mósebók 28:5
12
Fimta Mósebók 28:11
Og Harrin man geva tær nøgdir av øllum góðum, bæði av ávøksti kviðar tíns og ávøksti fenaðar tíns og av ávøksti í landi tínum, ið Harrin svór fedrum tínum at geva tær.
Explore Fimta Mósebók 28:11
13
Fimta Mósebók 28:10
allar tjóðir á jørð munnu tá síggja, at navn Harrans er nevnt yvir tær, og fáa ótta fyri tær.
Explore Fimta Mósebók 28:10
14
Fimta Mósebók 28:14
og um tú ikki víkur frá nøkrum av teimum boðum, sum eg í dag bjóði tær, hvørki til høgru ella til vinstru til tess at elta aðrar gudar og dýrka teir.
Explore Fimta Mósebók 28:14
15
Fimta Mósebók 28:15
Men lýðir tú ikki rødd Harrans, Guðs tíns, og ikki vandaliga heldur øll boðorð hans og fyriskipanir, sum eg í dag bjóði tær, tá skulu allar hesar banningar verða tær fyri og koma oman yvir teg
Explore Fimta Mósebók 28:15
Home
Bible
Plans
Videos